«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Samband:
Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
188 Hoyvík

Stovnsleiðari:
Bjarni Beder
tlf.: 214789
bjarnibe@torshavn.fo

Álitisfólk:
Jórun Súsanna Jacobsen

Trygdarumboð:

Gólvtelefon: 212729
3. fl.: 282927

Leys størv

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarskúlan í Hoyvík at arbeiða 25 tímar um vikuna, at byrja skjótast tilber, eisini verður søkt eftir 2 hjálparfólkum at arbeiða 25 tímar um vikuna, at byrja 1. januar 2016.

Starvið sum námsfrøðingur er tíðaravmarkað fyri námsfrøðing í farloyvi og verður sett fram til 30. september 2016. Um ikki námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. 

Størvini sum hjálparfólk verða tíðaravmarkaði sett fram til 30. juni 2016. 

Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 11.00 og 17.00.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR:

• 
sum hava virðing og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum 
• 
sum eru jaligir 
• 
sum eru initiativríkir 
• 
sum hava góð samstarvsevnir 
• 
sum hava hug at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag hjá børnunum 
• 
sum eru sjálvstøðugir og álítandi 
• 
sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar 

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini hava vit eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki.

SETANARVIÐURSKIFTI
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndir, skulu vera Frítíðarskúlanum í Hoyvík att: Bjarni Beder, Vegurin Langi 23, 188 Hoyvík, ella á t-postibjarnibe@torshavn.fo, í hendi seinasta lagi mánadagin 9. november 2015 kl. 12.00.

MEIRA FÆST AT VITA
um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789, ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.torshavn.fo