«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Samband:
Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
188 Hoyvík

Stovnsleiðari:
Bjarni Beder
tlf.: 214789
bjarnibe@torshavn.fo

Álitisfólk:
Jórun Súsanna Jacobsen

Trygdarumboð:

Gólvtelefon: 212729
3. fl.: 282927

Kunning desember 2015

Foreldraráðið hevur havt sín fyrsta fund, og m.a. blivu forkvinna og skrivari vald. Bjørg Dam er forkvinna, og Súsanna Bláberg Funding er skrivari. 

Tórshavnar kommuna hevur frá 1. januar 2016 sett leiðara í fast starv í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og KLUBB 188. Tað er núverandi virkandi leiðari Bjarni Beder, ið er settur sum leiðari.

Tað eru eisini broytingar hendar í starvsfólkabólkinum seinastu tíðina, og tað koma eisini at henda fleiri broytingar komandi tíðina. Broytingar eru m.a. at, 1. januar 2016 fer Sólbjørg Fríðheim í farloyvi og byrjar hon vónandi aftur til skúlabyrjan 2016. Frá 1. januar 2016 hava vit eisini sett 2 hjálparfólk í tíðaravmarkað starv, og eru tað "okkara" Døgg D. Nónsgjógv og Rasmus Dan Sørensen, og vilja vit ynskja teimum góða eydnu í starvinum.

Í løtuni verður søkt eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, og í nærmastu framtíð verður søkt eftir fleiri námsfrøðingum til Frítíðarskúlan í Hoyvík.