«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Samband:
Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
188 Hoyvík

Stovnsleiðari:
Bjarni Beder
tlf.: 214789
bjarnibe@torshavn.fo

Álitisfólk:
Jórun Súsanna Jacobsen

Trygdarumboð:

Gólvtelefon: 212729
3. fl.: 282927

FTS sangur (rapp)

Frítíðarskúlin í Hoyvík hevur sín egna sang (rapp)

orð og lag: Sofus Poulsen (fyrrverandi starvsfólk í FTS)

VIT GANGA Í FRÍTÍÐARSKÚLA
Kór: Vit ganga í frítíðarskúla (x2)

Vit mála og vit tekna,
vit gloyma tíð og stað,
vit sparka coolan fótbólt
hvønn einasta dag,
vit tuska og vit renna,
vit eru glað og fró,
men tá kvøldið kemur,
vit eru mega móð.

Kór: Vit ganga í frítíðarskúla (x2)

Til Hvítanes vit fara,
gera rannsóknarferð,
at fanga krutt og krabbar
so spennandi er.

Kór: Vit ganga í frítíðarskúla (x2)

Í skúlanum vit læra øll,
at vera fitt og góð,
eisini tá vit verða so fúkandi óð!
Og um vit fara at skeldast, vit skulu tosa pent.
Vit fara út at spæla,
og gloyma - hvat er hent.

Kór: Vit ganga í frítíðarskúla (x2)

Vit sparka og vit renna,
ja, vit fresa vøllin runt.
Til tíðir tað er strævið,
men tað er mega sunt,
so brátt er tíðin komin,
tá vit noyðast øll avstað.
Vita fara heim at sova,
men koma aftur næsta dag.