«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Samband:
Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
188 Hoyvík

Stovnsleiðari:
Bjarni Beder
tlf.: 214789
bjarnibe@torshavn.fo

Álitisfólk:
Jórun Súsanna Jacobsen

Trygdarumboð:

Gólvtelefon: 212729
3. fl.: 282927

Ein frálíkur Nólsoyartúrur við 3. fl.

Børn og vaksin hava í dag havt ein sera góðan túr í Nólsoy. Vit fóru við Ternuni kl. 12.30 og vóru aftur í Havn kl. 17.10.

Komin til Nólsoyar, so vildu tey fyrst sleppa at spæla á fótbóltsvøllinum og á tí modernaða fitness økinum eina løtu, seinni gekk so leiðin framvið hjá Marnar á Skúr, har hann greiddi frá um sína froska aling. Her fingu børnini eisini møguleikan at nerta froskarnar, ið tey hildu vera sera spennandi. Nøkur av starvsfólkunum nýttu aðrar háttir, at koma í samband við froskarnar uppá.

Kl. 15.00 fóru vit í kaffistovuna til millummálað, har børnini fingu kakao og bollar.

Ein frálíkur túrur - saman við frálíkum børnum, og frálíkum veðri!

Sí myndir!